Hetta endar galið

- Vit verða nokk noydd til at sleppa umlættingini heilt, sigur Tanja Marnersdóttir Ósá. Sonurin, Gabriel, sum hevur autismu, er til umlætting nakrar tímar hvønn hósdag og fimta hvønn leygardag í Ovarugøtu í Hoyvík. Men nú verða viðurskiftini broytt so bráddliga, at drongurin tolir tað ikki, sigur mamma Gabriel.

Í eina viku hevur Tanja Marnersdóttir Ósá roynt at fingið fatur á Almannaverkinum fyri at fáa vissu fyri, hvørjar broytingar eru við at henda á heiminum, har drongurin er til umlætting nakrar tímar hvønn hósdag og fimta hvørt vikuskifti frá leygardag til sunnudag.
Hun hevur hoyrt, at eingin av teimum, sum varðar av dreinginum í dag, verður har frá 1. mai, men enn hava foreldrini einki hoyrt frá Almannaverkinum.
- Gabriel tekur 3- 4 mánaðir um at venja seg við ein nýggjan persón, og hetta er um ein mánað. Eg dugi slett ikki at síggja, hvussu hetta skal ganga, sigur 28 ára gamla Tanja Marnersdóttir Ósá.
Lítli Gabriel hevði ein stuðul, sum hann var sera fegin um, men hon fór niður at lesa. Gabriel fekk nýggjan stuðul. Tað tók langa tíð at venja seg við tað, men tað riggar sera væl í dag. Tí er mamman so kedd um, at tann stuðulin, sum Gabriel hevur í dag, er koyrd.
Orsøkin til at hon er koyrd er, at hon ikki hevur námsfrøðiliga útbúgving, sigur Tanja, men hon veit tað ikki við vissu.

Lukkar av
Gabriel er 4 1/2 ár. Hann hevur svera autismu, hevur einki mál, og skilir heldur ikki hvat foreldrini siga við hann. Um dagligdagurin fungerar væl, er Gabriel sum oftast glaður, kerligur og opin yvirfyri foreldrunum. Tey hava gott samband við hann og uppliva ein nærleika hóast stóru trupulleikarnar við samskiftinum.
Um dagligdagurin hjá honum broytist ógvusliga, ella ikki fungerar væl, lukkar hann tó púra av.
- Hann verður ørkymlaður, keddur og illur, og vit fáa ikki samband við hann, sigur Tanja.
Hon er bangin fyri, at tað endar við, at tey mugu taka hann úr umlættingini, tí tað ávirkar hann alt ov nógv.
Tað ørkymlar hana, at hon einki hevur fingið at vita enn.
- Vit hava hoyrt tað frá starvsfólkunum, men tey hava tagnarskyldu. Tað undrar meg almikið, at vit einki hava fingið at vita formliga enn. Hesar stóru broytingarnar fara fram, uttan at vit vera kunnað, og verða framdar um ein mánað Men Gabriel tekur fleiri mánaðir um at venja seg vit eitt nýtt fólk, sigur Tanja.
Frá Almannaverkinum siga tey, at ein kunnandi fundur hevur verið í oktober, men tað hevur Tanja ikki fingið at vita.
- Vit fingu at vita í juni, at ein fundur helst fór at vera síðst í september - vit hoyrdu aldrin nakað aftur, sigur hon.

Náttarvaktin broytist
Umframt tað, at øll fólkini, sum vanliga eru um Gabriel, helst steðga, verður eisini tann broytingin, at stuðulin verður tikin burtur um náttina. Gabriel svevur náttina til sunnudag á umlættingarheiminum, og tá plagar stuðulin hjá honum at sova hjá honum, tí hann vaknar ofta um náttina.
- Tey siga, at tann vanliga náttarvaktin skal taka sær av honum um náttina - eg tori slett ikki hugsa um, hvussu tað fer at ganga, sigur Tanja.
Á heiminum siga tey, at tað bert er í innkoyringini, at eitt barn hevur ein stuðul. Men hetta er ikki galdandi fyri Gabriel, sigur Tanja.
- Vit hava fingið játtað 10 tímar um vikuna, men hann er har bara nakrar fáar tímar um vikuna - hin vegin skal hann hava ein stuðul fyri seg sjálvan - tað er tann avtalan, sum vit hava gjørt við tað almenna, sigur Tanja.
Upprunaliga vildu tey hava hann í eina familju, tí hann er so lítil enn. Tí varð avtalan, at Gabriel skuldi hava ein stuðul fyri seg sjálvan.
- Vit vita einki um, hvussu gamal hann er mentalt - í okkara verð er hann als ikki stórur, sigur mamman. Hon væntar, at endin verður, at tey noyðast at droppa umlættingina heilt.

Ikki spurd
Tanja sigur seg skilja, at útbúgvin fólk skulu í starv. Tó áttu tey, sum foreldur at verið spurd, heldur hon.
- Eingin hevur spurgt okkum, hvussu tað fungerar. Tað skilji eg ikki. Vit vilja slett ikki góðtaka, at hon verður koyrd, sigur hon.
Hon hevur roynt at fingið fatur á Almannaverkinum síðan seinasta mikudag, men enn er tað ikki eydnast at fáa fatur á nøkrum, sum kan siga henni, hvussu landið liggur.
Enn hevur hon ikki fingið formliga at vita, hvussu umstøðurnar hjá Gabriel verða broyttar.
Av royndum vita foreldrini hjá Gabriel, at tað tekur eini 3- 4 mánaðir hjá honum at venja seg við ein nýggjan persón.
- Vit høvdu sum sagt ein stuðul, sum Gabriel var sera glaður fyri, tað gekk fínt. So fór hon niður at lesa, og hendan nýggja, sum nú steðgar kom. Tað tók henni 4 mánaðir bara at fáa hann at koma til borðs, og fáa sær at eta.
- Eg eri so kedd um hetta - hetta er ræðuligt, hann er so lítil, sigur Tanja.
Saman við Steingrími Ósá hevur hon umframt Gabriel á 4 1/2 ár og ein son, sum er 7 ár, og tað er fyri at kunnað geva honum meira tíð, at tey hava brúkt umlættinginga.