Hetta eitur »smátalari« á føroyskum

Høvuðtelefonir – eisini kallaðar hoyritelefonir ella bara »heddsett«, eru tveir smáir hátalarar, sum verða settir í oyrað ella uttaná við hjálp av einum einum spenni um høvdið, bundið við einum leidningi við jackstikki ella minijackstikki til onkran spælara, eitt nú eina iPhone.

 

Tá tú keypir eina telefon, so fylgir ofta eitt slíkt sett við. Hóast fremmanda orðið »smartphone« er týtt til »snildfon« á føroysku, so hevur »heddsettið« líkasum ikki fingið sítt egna føryska heitið – men tað hevur tað nú.

 

Tí tann 8. apríl hevur Sprotin skrásett orðið »smátalari«, sum er føroyska orðið við enska »headphones«.

 

Latið okkum geva hesum ein kjans, eitt fitt, snøgt føroyskt heiti fyri eitt tól, sum vit nevna fleiri ferðir dagliga.

 

smátalarik1

 

headphones