Hetta vikuskiftið er forsetaval í Russlandi, og tað er lítil ivi um, at sitandi forseti, Vladimir Putin, verður afturvaldur. Valhølini í Russlandi eru opin frá fríggjadegi, 15. mars til sunnudagin, 17. mars.
Hetta er fyrstu ferð, at valhølini eru opin í tríggjar dagar til eitt forsetaval, og hetta er eisini fyrstu ferð, at veljarar kunnu atkvøða á netinum. Talið av veljarum í Russlandi og í hersettu økjunum í Ukraina er 114 miljónir.
Í Russlandi verður sagt, at tað er ein "patriotisk" skylda at greiða atkvøðu. Í Kreml ynskja tey, verður sagt, at her verður stór valluttøka, soleiðis at møguleikarnir hjá Vladimir Putin at verða afturvaldur eru best møguligir.
Vladimir Vladimirovitsj Putin er føddur í Leningrad, núverandi St. Pætursborg, hin 7. oktober í 1952. Í 1980-unum brúkti hann nógv av sínari tíð at vinna sær vesturlendsk fregnartænastufólk til russisku fregnartænastuna, sum tá kallaðist KGB.
Tað var í 1998, at Vladimir Putin sjálvur gjørdist ovasti leiðari í russisku fregnartænatuni, FSB, sum kom í staðin fyri KGB.
Í skjótt 25 ár hevur hann verið máttmiklasti maður í Russlandi.
Í 1999 varð hann kosin at vera forsætisráðharri av táverandi forseta landsins, Boris Jeltsin. Tá Jeltsin óvæntað tók seg aftur sum forseti hin 31. desember saman ár, gjørdist Vladimir Putin virkandi forseti.
Árini 2000 til 2004 var hansara fyrsta forsetaskeið, og tað var hin 7. mai í 2000, at hann alment varð tikin í eið sum forseti landsins.
Árini 2004 til 2008 var næsta forsetaskeiðið, tá hann hin 14. mars í 2004 varð afturvaldur til forseta við fleiri enn 71 prosentum av atkvøðunum.
Sambært russisku grundlógini kundi Vladimir Putin ikki stilla upp aftur til forsetavalið í 2008, tá hann longu hevði sitið tvey valskeið. Tískil gjørdist hann í staðin forsætisráðharri, og Dmitirij Medvedjev gjørdist hansara eftirmaður sum forseti - á pappírinum.
Við einari broyting í russisku grundlógini í 2011 fekk Vladimir Putin sítt triða skeið sum forseti árini 2012 til 2018, tá grundlógin nú aftur loyvdi honum at stilla upp, samstundis sum ein onnur grundlógarbroyting var, at forsetin nú kundi sita í seks ár.
Árini 2018 til 2024 helt Vladimir Putin fram sum forseti.
Nú forsetaval aftur er í Russlandi hetta vikuskiftið, stillar hann upp sum uttanflokkavalevni - tó stuðlaður av Sameindum Russlandi, og sambært veljarakanningum, sum Kreml stuðlar, stendur hann til at fáa 82 prosent av atkvøðunum.
Fyri trimum árum síðan broytti Vladimir Putin aftur russisku grundlógina, soleiðis at hann hevur møguleikan at sita sum russiskur forseti heilt fram til 2036.
Eygleiðarar hava lítla tiltrúgv til, at forsetavalið í Russlandi er frælst og rættvíst, og tað verður longu nú roknað sum givið, at Vladimir Putin fer at vinna stórsigur á valinum hesaferð.
Veruligu avbjóðararnir hjá honum eru ikki slopnir at stilla upp - onkur situr í fongsli, onkur er í útlegd, og upp aftur aðrir eru deyðir. Í Russlandi eru at kalla aðrir miðlar undir eftirlitið av statinum, og her hevur forsetin allar fyrimunir.
Undir øðrum russiskum forsetavalum hava eygleiðarar sæð manipulering, tvingsil og óskil við atkvøðuseðlunum.
Mótvalevnini hjá Vladimir Putin á forsetavalinum hesaferð eru Vladislav Davankov, sum er næstovastur í russisku Dumaini, Leonid Slutskij, sum er leiðari fyri víðgongda tjóðskaparflokkin, LDPR og Nikolaj Kharitonov, sum er uppstillaður fyri Kommunistaflokkin.
##med2##
Øll trý mótvalevnini hava antin stuðlað Vladimir Putin ella eru sameindir við ta kós, sum Kreml stendur fyri, og eygleiðarar haldi ikki, at hesir hava nakran livandi møguleika á forsetavalinum.
Serfrøðingar í russiskum viðurskiftum og eygleiðarar halda, at tað, at fýra valevni eru á atkvøðuseðlinum hesaferð, nú forsetaval aftur er í Russlandi, er bert fyri, at hetta skal síggja út, sum um valið er demokratiskt.
Boris Nadezjdin, sum segði seg vera ímóti krígnum í Ukraina, slapp ikki at stilla upp og fremsti andstøðuleiðarin og stjórnaratfinnarin, Aleksej Navalnyj, doyði í russiskum fongsli hin 16. februar í ár.
Kelda: Tv2.no