Í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, verður staðfest, at myndugleikarnir hava skyldu til at útvega heilsutænastur so nær bústaðnum hjá borgaranum, sum gjørligt - eisini úti um landið. Tí alneyðugt er at síggja heildartørvin hjá borgarum, áðrenn, undir og eftir sjúkuviðger.
Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, nú rættiligt kjak hevur tikið seg upp um nýrasjúklingar í Suðuroy, sum mugu til Havnar fleiri ferðir um vikuna at fáa dialysu.
Í Kvf átalað Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, støðuna, og vísti á, at eftir tí, hann veit, er tað avvarðandi yvirlækni, sum ikki vil taka ábyrgd av, at nýrasjúklingar fáa dialysu í Suðuroy. Eftir tað mótmælti Serlæknafelagið tí at lagt verður eftir einum lim í felagnum, sum tey málbera seg. Samstundis staðfestir Serlæknafelagið, at nýrasjúklingaar í Føroyum eru ein av best røktu sjúklingabólkum í føroyska heilsuverkinum.
Tóra við Keldu sigur, at hesi seinastu árini hevur Megd fylgt við støðuni hjá nýrasjúklingum og tíverri mugu tey staðfesta, at teir sjúklingar, sum Serlæknafelagnum sigur, eru tann best røkti sjúklingabólkur í Føroyum, hava avmarkaða, og óneyðugt niðursetta, lívsgóðsku.
– Hetta eigur ikki at verða góðtikið. Er tað ikki ábyrgdin hjá nýralæknanum á Landssjúkrahúsinum at skipa dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, átti avvarðandi myndugleikar langt síðandi havt funnið útav, hvør so skal gera tað, sigur Tóra við Keldu.
Hon vísir á, at øll hava vitað um hesar trupulleikarnar í fleiri ár. At eingin bólkur longu er settur at lýsa tørvin, og koma við tilmæli um, hvussu dialysa á Suðuroyar Sjúkrahúsi kundi verið skipað, kunnu vit bara undrast á. Vit vóna at hetta arbeiðið verður framt skjótt við virðing fyri viðkomandi borgarum og avvarandi teirra, leggur hon afturat.
Sigrið Mikkjalsdóttir, ið hevur heimadialysu, rósar, eins og Serlæknafelagið, viðgerðini á Landsjúkrahúsinum. Hinvegin vísir hon á, at hjá fleiri er dialysuviðgerð ein lívslong viðgerð, og at tað merkir sjúklingar skulu til dialysu tríggjar til fýra ferðir um vikuna.
– Tí er tað neyðugt, at lívsgóðska fylgir við, tí her skal talan ikki bara vera um at yvirliva. Í hesum sambandi er svarið dialysa í nærumhvørvinum, so at sjúklingar sleppa frá at brúka nógvar tímar, fleiri ferðir um vikuna, at ferðast. Her er talan um fólkvið varandi sjúkum, og har orkan ofta er avmarkað.
Áheitanin frá Sigrið Mikkjalsdóttir er greið: Lovið teimum at brúka tað sindrið av orku, tey hava eftir, uppá tað, sum gevur teirra lívi innihald! Hetta snýr seg bara um sjúklingin, og at sjúklingurin altíð skal vera í miðdepilinum, sigur forkvinnan í Megd.
Megd heitir við hesum á avvarðandi myndugleikar um at lurta eftir Nýrafelagnum, og virða tey við nýrasjúkum, ið hava rætt til virðiliga viðger í nærumhvørvinum. Finnið skjótt eina virðiliga loysn, so sjúklingar, og avvarðandi, føla seg trygg, og kunnu hava ein so góðan og virknan gerandisdag sum gjørligt, sigur Tóra við Keldu.