Myndina eigur Símun á Høvdanum.

Hetta eigur ikki at vera títt fyrsta val

Hevur tú trupulleikar við at finna eitt parkeringspláss, eigur tú í øllum førum ikki at seta bilin soleiðis, at tú forðar fyri innkoyringini til løgreglustøðina.

 

Myndina eigur Símun á Høvdanum.

Eru nógvir bilar úti á vegunum, og tað kann vera trupult at finna eitt parkeringspláss, eigur túnið, har løgreglustøðin er, helst ikki at vera títt fyrsta val.

 

Í gjár sá løgreglan í Klaksvík seg noydda at skriva eina parkeringsbót.

 

- Ein bilførari hevði parkerað bilin hjá sær so illa við løgreglustøðina, at hann sperraði fyri innkoyringini til støðina. So, hesin fekk eina bót við sær.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at fleiri dømir eru um, at parkering á júst hesum øki í Klaksvík er ein afturvendandi trupulleiki.

 

- Bussførarar hava eisini gjørt vart við seg og siga, at tað kann vera trupult at venda bussunum um hesar leiðir, tí fleiri bilførarar parkera júst, sum tað passar teimum.

 

Lagt verður aftrat, at løgreglan fer at hava eyguni eftir parkering á hesum øki í Klaksvík - í vónini um, at her verður meira skil í sum frálíður.

 

 

 

Myndina eigur Símun á Høvdanum.