Hetta eigur ikki at henda

Løgtingsmaður mælir nú til at leggja tríggjar almennar grunnar saman í ein stóran grunn

Barsilsskipanin, Trygdargrunnurin eiga at verða løgd undir Als. Tað heldur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Tað verður so nógv meiri goldið úr barsilsgrunninum, enn tað verður goldið í hann, at hann verður tómur longu seinni í ár.

– Tað er nakað við hesum grunnninum, sum ikki riggar, heldur løgtingsmaðurin- 

Men hann vísir á, at vit hava fleiri almennar skipanir, sum gera akkurát tað sama, nevnilig at rinda fólki pengar – tó at talan er um ymsar bólkar av fólki.

ALS, Barsilsskipanin og Trygdargrunnurin eru skipanir, sum taka gjald frá fólki og rinda fólki pengar aftur eftir ávísum reglum.

– ALS hevur eisini allar neyðugar skipanir at røkja allar tær skyldur, sum Barsilsskipanin hevur og Trygdargrunnurin er á leið tað sama, sum skipanin fiskavirkini hava í Als, har tey, sum ikki arbeiða fulla tíð eru tryggjað eina minstuløn. 

– At ein grunnur tømist, eigur ikki at henda. Hann fær so mikið nógv av inngjaldi, at hann eigur at verða nóg sjálvbjargin. ALS er so mikið væl fyri, at henda trygging hevur langt eftir enn niður á kistubotnin, sigur Jaspur Langgaard.

– Henda tíðin er heilt, heilt serlig, og tað er júst nú, at ALS kemur til sín rætt. Hann heldur, at ALS hevur eisini neyðugu servitanina, saman við TAKS, og kundi tí eisini fingið Barsilsskipanina og Trygdargrunnin undir seg.

– So høvdu vit eina nógv effektivari eind, sum hevði meira pening at arbeiða við, heldur sambandsmaðurin. 

 – Her kundu vit havt eitt stórt kervi, og eina samanhangandi skipan, sum varð knýtt til allan arbeiðsmarknaðin, leggur hann afturat 

Tí mælir hann til, at Barsilskipanin verður gjørd til ein veruligan grunn, sum verður lagdur til ALS at umsita, við sama stýri sum ALS.

– Hetta skal fíggjast, við at Løgtingið setur eitt stovnsfæ í grunnin sum startkapital.

 – Løtan er røtt beint nú, tí grunnurin er tómur, og ALS-skipanin hevur víst í verki, at tað riggar væl. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga hetta øki, og eru tí best førir fyri at umsita hesar skipanir, sigur Jaspur Langgaard.