Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vil hava landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at hækka markið fyri mótrokning av inntøku á landi fyri útróðrarmenn.
Hin vísir á, at mánaðarliga minstaforvinningin hjá útróðrarmonnum er 18.000 krónur, men at øll inntøka á landi verður mótroknað hesa upphædd.
- Eitt hugsað dømi kann vera, at útróðrarmaður hevur ein mánaðarligan fiskipart upp á 12.000 krónur, og um hann forvinnur aðrar 6.000 krónur fyri arbeiði á landi, so verður mánaðar inntøkan hjá útróðrarmanninum ikki 24.000 krónur, tí hesar 6.000 krónurnar verða mótroknaðar minstaforvinninginum soleiðis, at inntøkan hjá útrórðarmanninum bert verður 18.000 krónur. Hetta eggjar ikki monnum til at arbeiða, skrivar løgtingskvinnan úr Klaksvík.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir á, at hetta er áðrenn skattur verður trektur frá, so inntøkan hjá einum útróðrarmanni man liggja um fátækamarkið, sigur hon.
- So spurningurin er, um ein minstiforvinningur upp á 18.000 krónur eggjar monnum at rógva út.
Løgtingskvinnan spyr tí Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um ætlanir eru um at hækka minstaforvinningin ella at hækka markið fyri mótrokning. Hon nevnir til dømis møguleikan at hækka markið upp í 22.000 krónur, so ikki øll inntøka vunnin á landi verður mótroknað.
- Hetta hevði eggjað útróðrarmonnum at arbeitt annað arbeiði á landi, tá ið uppiløgur eru, skrivar hon í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Hon vísir eisini á, at frítíðarløn ikki verður veitt av minstaforvinninginum og spyr, um ætlanir eru um at broyta hetta.