Í hálvleikinum í dag kundu vit staðfesta, at vit høvdu havt nógvar kjansir, og vit samdust um at halda fram, tí so skuldu vit nokk sleppa ígjøgnum verjuna hjá teimum fyrr ella seinni.
Tað sigur Vagnur Mohr Mortensen, ið er sera fegin um góðu byrjanina, HB fekk hetta kappingarárið, tá havt verður í huga, hvussu illa tað gekst í fjør.
– Ja, hetta er ein dreymabyrjan hjá okkum, men nú skulu vit eisini í gongd aftur. Hatta í fjør er farið, tí tað kunnu vit ikki brúka til nakað. Vit skuldu vinna í dag, tað var eitt krav, og hjá okkum ræður um at vinna heimadystirnar og royna at vinna útidystirnar eisini, sigur hann.
– Henda dystin var tað soleiðis, at í fyrra hálvleiki lógu teir og bíðaðu eftir okkum, men vit høvdu tol. Tá teir so í seinna hálvleiki komu longur fram á vøllin, blivu stór hol allastaðni, so vit funnu væl hvønnannan og kundu sleppa ígjøgnum. Vit vunnu eisini teir næstu bóltarnar, sum vit ikki vunnu so nógvar av í fjør, so tað var bara gott. Hetta krevur hart arbeiði, men eg havi góðar vónir.
hilmarjan@sosialurin.fo