Í dag fer útvarpsstøðin Rás2 í luftina við nýggjum konsepti. Broytingar verða gjørdar í skránni, og rásin fær nýtt ljóð.
Rás2 fer framhaldandi at senda millum klokkan 7 á morgni og midnátt. Fyrstu tveir tímarnar verður tónleikur spældur, og klokkan 9 verður mikrofonin í studio tendrað, og tá fer vertur at byrja Rás2 dagin.
Ynskiløtan, sum øll árini hevur verið send seinnapart, verður nú flutt til fyrrapart og verður partur av sendingini Rás2 Morgun. Lurtarar kunnu millum klokkan 10 og 12 senda heilsanir og ynski til Rás2. Eisini verður gjørligt at ringja inn við ynskjum og heilsanum hvønn fríggjadag.
Rás2 fer frameftir at leggja nógv fyri seinnapartar, og millum klokkan 13 og 17 fer Rás2 seinnapartur at bjóða aktuellar samrøður, viðkomandi innsløg, gott kjak, stórar kappingar, blandaðan tónleik og mangt annað. Millum kl. 16 og 17 mánadag verður sent úr Runavík, týsdag millum klokkan 15 og 17 verður sent úr Klaksvík, og kjaksendingin hjá Óla Breckmann og Ítróttarpanelið verða framhaldandi partur av seinnapartsflatuni.
Í fyrstu ”Rás2” sendingini í dag verður millum annað tosað við mann, sum varð stungin í eygað og misti tað. Eisini verður kjak um Facebook, sum fyllir 10 ár hesa vikuna, og 11 ára gamal James Bond kennari skal til próvtøku í vitan um 007.
Vertir í nýggju sendiflatuni hjá Rás2 verða Rannvá Gaard Fossaberg, Mirjam Pætursdóttir, Jens Tummas Næss, Heri Simonsen, Evi Tausen, Tróndur Arge, Ragnhild Ellingsgaard og onnur.
Tíðindi verða framhaldandi send kl. 11, 12, 15, 16 og 17.