Rema 1000 afturkallar Naan breyð, sum er selt í Føroyum. Hesum boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá í dag.
Ótilætlað hýggj á hesi vøru ger, at breyðið ikki er egnað til matna, tí tað kann vera heilsuskaðiligt at eta mati við hýggj í. Hýggj er eitt lag av hvítum ella grønligum soppi, ið legst á mat og onnur lívrunnin evni.
Talan er um vøruna “Naanbrød m/hvidløg”, nettoinnihald: 230 g við haldførisdegnum 12.07.2019.
- Um tú liggur inni við hesi vøru, skal tú beina hana burtur ella lata hana aftur hagar tú hevur keypt hana, sigur Heilsifrøðiliga Starvsstovan.











