Hetta ber rætt og slætt ikki til nú á døgum

Tað kemur næstan ikki fyri, at hann heldur ferðaætlanina og nú skal Jørgen Niclasen greiða frá, hvat hann ætlar at gera við tað

Er ætlanin at gera nakað við tað, at tað gongur so illa hjá Smyrli at halda ferðaætlanina. Tað skal Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú greiða Løgtinginum frá.

Tað er Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum spyr hann, hvat ætlanin er at gera við óstøðugu siglingina hjá Smyrli.

Eitt nú spyr hon um ætlanin er at gera nakrar farmatúrar um næturnar, kanska við onkrum øðrum skipi enn Smyrli. Og hon spyr eisini um nøkur ætlan er um at økja um túratalið hjá Smyrli og at betra um tænastuna.

– Hesa seinastu tíðina hevur siglingin hjá Smyrli verið óstøðug, og tað hevur verið sera trupult at hildið ferðaætlanina. Tað hevur verið meira reglan enn undantakið, at ferðaætlanin ikki hevur hildið, serliga tá líður út á dagin, sigur Sirið Stenberg.

Hon sigur, at hetta er til alstóran ampa fyri ferðafólk. Tað eru nógv fólk, sum ferðast regluliga í arbeiðsørindum, sum ganga í skúla og arbeiða norðanfjørðs, sum skulu um fjørðin í læknaørindum og líknandi.

Støðan, sum er nú, ber rætt og slætt ikki til í nútíðar samfelagnum, leggur hon afturat.

– Ferðavinnan, og harvið eisini ferðafólkatalið, er vaksandi, so tað tykist ikki vera nakar ivi um, at eftirspurningurin eftir støðugum og nøktandi ferðasambandi, og tænastum sum heild, bara fer at økjast, sigur hon.

– Smyril er eisini eitt arbeiðspláss og tað er ikki óhugsandi, at tað stóra arbeiðstrýstið hevur týdning fyri arbeiðsumhvørvið, so heldur ikki fyri manningina kann støðan vera nøktandi, sigur løgtingskvinnan.