Hetta bakbitið vil eg vísa aftur upp á tað harðasta!

Sandoyggin gongur í einum gleðisrúsi, nú Sandoyartunnilin letur upp 21. desember. Tunnilin kemur út í Traðardali, og sostatt kemur hann út í Sands kommunu.

 

Í dag, 24. oktober 2023, lesi eg eitt heldur ljótt og niðrandi bræv frá Sands kommunu, sum eg haldi ongastaðni hoyrir heima í einum samstarvi sum Sandoy.

 

Eftirsum eingin avsendari stóð undir hesum niðrandi tíðindaskrivi, ringdi eg til borgarstjóran á Sandi og spurdi hann, hvør hevði skrivað. Hann svaraði: Eg eigi hvørt orð! 

 

Jamen, tað fái eg einki gjørt við, men Heri, hatta var ljótt gjørt av tær!

 

Men góðu tit øll, hondina á hjarta, eg havi ongan ONGAN fund verið boðaður til um tilbúgvingina í Sandoynni, hvørki av Hera Sverrasyni ella Heðini Mortensen.

 

Skopunar kommuna fekk fyri einum trimum mánaðum síðani eitt bræv um tilbúgving. Eg legði hetta fyri fund í Skopunar kommunu. Vit samtyktu at hava felags brandlista við restina av Sandoynni, og at okkara útgerð skuldi vera til taks.

 

Eg haldi, at hinar kommunurnar gjørdu tað sama, men tað skal eg ikki svara fyri.

 

Fyri kortum høvdu vit ein fund í eldrasamstarvinum. Tá segði Heri við meg: “Formaðurin, kann eg fáa nakrar minuttir at greiða frá tilbúgvingini?”

 

Hann brúkti einar tríggjar minuttir og vísti á eitt samstarv við Tórshavnar kommunu.

 

Eg havi onkuntíð bara spurt Hera um tilbúgvingina, tí eg helt, at vit gjørdu hetta líka væl í felag við felags brandlista sjálvi í Sandoynni.

 

Nú hoyrdi eg Heiðin Mortensen í KvF, sum tann stóra bjargaran fyri Sandoy - størsta Robin Hood stíli.

 

Men Heðin, tú hevur aðrar oyggjar, har tú er borgarstjóri, kanska sakna tær eina hond frá tær.

 

Til síðst, hetta bakbitið vil eg vísa aftur upp á tað harðasta!

 

Bestu heilsu til Sandoyar sýslu. Vit eiga øll at gleðast nú um tað fasta sambandið.

 

Vinarliga

 

Gerhard Lognberg,

borgarstjóri í Skopunar kommunu og

fyrrverandi løgtingsmaður