Í døgunum 7. til 10 november er ein sendinevnd frá Shetland Islands Council og vitjar Mentamálaráðið. Leiðari fyri sendinevndini er Eddie Knight, ráðslimur og talsmaður í mentanarmálum í Shetland Islands Council, George Smith, mentamálastjóri, Brian Smith, leiðari á hetlendska landsskjalasavninum og Tommy Watt, stjóri á hetlendska fornminnissavninum.
Undir vitjanini skulu gestirnir hitta umboð fyri ymsar mentanar- og granskingarstovnar. Vitjað verður í Løgtinginum, á Fróðskaparsetrinum, Fornminnissavninum, Lands-bókasavninum og á Fiskirannsóknarstovuni. Gestirnir skulu herumframt hitta umboð fyri ÍSF og Oyggjaleikanevndina. Eisini fara hetlendsku gestirnir á útferð í Eysturoy, har teir m.a. vitja rækjuvirkið á Oyri, kirkjuna í Funningi og nýggju kirkjuna í Gøtu.
Shetland Islands Council hevur stóran áhuga í mentanarligum samstarvi við Føroyar. Endamálið við ferðini er, at hetlendsku gestirnir skulu kunna seg við føroysk mentanarviðurskifti og umrøða mentanarligt samstarv millum Hetland og Føroyar.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, er vertur hjá hetlendsku sendinevndini. Hon leggur eins og hetlensku gestirnir stóran dent á at fáa í lag mentanarligt samstarv við Hetland. Sum møgulig samstarvsøki verður hugsað um ítrótt, gransking og list. Miðað verður ímóti at undirskriva avtalu um mentanarligt samstarv við hetlendingar.










