Hetlendingarnir vóru stinnari

Skjóting - Hetland vann landsdystin móti Føroyum í skjóting um vikuskiftið

Hetlendingar eru stinnari enn før­oyingar í skjóting.
Tað varð prógvað í tveimum skjóti­kappingum, sum Skjótisam­bandið hevði tikið stig til um viku­skiftið.
John M. Laurenson og Ross Work, úr Hetlandi, vitjaðu í Føroyum og royndu seg móti føroyingum í Skeet og Trap. Samlaða úrslitið var, at Hetland vann 114-102.
Tað varð lagt til brots leygar­morgunin, tá 9 luttakarar vóru í Skeet-kappingini á breytini hjá Sunda Byrsufelag á Norðskála.
Seinnapartin leygardagin vóru 12 luttakarar í Trap-kappingini á breytini hjá Byrsumálum í Sand­víkum.
Johnhard Klettheyggj, ein av føroysku skjúttunum, vísir á, at landsdysturin eydnaðist væl.
– Tú kann ikki beinleiðis siga, at føroyska landsliðið kappaðist móti hetlendingunum. Men vit vóru fleiri skjúttar, og hóast vit raktu ikki serliga væl, tí vindurin darv­aði, so eydnaðist tiltakið væl, sigur Jonhard Klettheyggj.
Landsdysturin var hin fimti millum Føroyar og Hetland í skjót­ing. Í 1989, 1990 og 1993 vunnu het­lend­ingar, og føroyingar vunnu í 1994.
Tað hevur verið lítið virksemi í føroyskari skjóting seinastu 15 árini, og tí hevur ikki verið dyst­ast um skjøldrið, sum John M. Laurenson og Ross Work hava við sær í við­førinum til Hetlands.
Skjøldrið hevur verið í Føroyum síðan dystin í 1994.