Hóast vit eru næstu grannar, so hevur tað altíð verið sera avmarkað við samstarvi millum Føroyar og Hetland. Hetta vil hetlendski “løgmaðurin”, Sandy Cluness vera við til at broyta. Tí koma hann og onnur umboð fyri hetlendska stýrið á vitjan í Føroyum í komandi viku, har tey skulu hitta umboð fyri vinnulív og myndugleikar.
Sandy Cluness er ikki ein og hvør í Hetlandi. Hann hevur drúgvar royndir í almennu fyrisitingini og SIC, Shetland Island Council. Hann hevur tí eisini kunnað fylgt við í tí samvinnu, sum hóast alt hevur verið millum Føroyar og Hetland í nærum hálvthundrað ár. Fyrstu ferð hann vitjaði í Føroyum var fyri umleið 40 árum síðani og hava vitjaninar verið fleiri øll hesi árini. Hann dylur ikki fyri, at honum dámar væl Føroyar og fólkið her býr. Hann ivast ikki í, at føroyingar og føroyskar fyritøkur við sínum royndum og vitan eisini hava nakað at geva Hetlandi, sum í stóran mun “bara” hevur verið at meta sum ein útjaðari í Stórabretlandi.
Ein av orsøkunum til avmarkaða samstarvið millum oyggjarbólkarnar í Norðuratlantshavi heldur Sandy Cluness vera vánaliga ferðasambandið millum oyggjarnar. Hóast teinurin millum Hetland og Føroyar er stuttur hevur ferðasambandið verið sera avmarkað tó við undantøkum, tá Norrøna hevur lagt at í Lerwick og Atlantic Airways hevur lagt leiðina til Hetland á rutuni millum Vágar og London. Í dag er alt við tað gamla. Nú skulu td. føroyingar, ið vilja koma til Hetland leiðina um Keypmannahavn og Aberdeen fyri at koma til Hetlands.
Sandy Cluness sær fegin, at ferðasambandið verður bøtt aftur, soleiðis at eitt nú vinnulívið kann gagna hvør øðrum. Og tað er ma. Í hesum ørindum, at hetlendski løgmaðurin kemur til Føroyar í komandi viku saman við vinnulívsfólki. Ein av orsøkunum til hesa vitjan er eisini at hitta umboð fyri Føroya Tele, sum longu hevur ein týðandi lut í hetlendsku menningini, her serstakliga innan vinnulívið.
Saman við Cluness kemur eisini Neil Grant, sum stendur á odda fyri búskaparliga partinum av hetlendska oygjaráðnum. Haraftrat kemur Marvin Smith, sum hevur tikið sær av samstarvinum við Føroya Tele og helst eisini formaðurin í menningarnevndini í hetlendska oyggjaráðnum.
Føroya Tele og Articon
Fyri nøkrum árum síðani kom Føroya Tele inn á hetlendska marknaðinum gjøgnum Shefakaðalin, og fyrr í ár gjørdi so eisini byggifyritøkan Articon innrás í Hetlandi. Í báðum førum er eisini talan um virksemi, sum onkursvegna er relaterað til oljuvinnuna.
Stórt virksemi er vestan fyri Hetland, og hetta setir støðugt størri krøv til hetlendskar havnir. Hetlendska Oyggjaráðið hevur tí gjørt av at gera eina stóra íløgu í havnina í Schalloway, har innsiglingin skal dýpast fyri at kunna taka ímóti teimum stóru frálandaskipunum umframt fiskiskipum. Tað er hetta arbeiðið, sum Articon skal standa fyri og er Sandy Cluness sera fegin um, at ein føroysk byggifyritøka hevur fingið hesa uppgávuna. Hann bjóðar Articon vælkomnum í Hetlandi.
Frammanundan hevur Føroya Tele fingið fótin fastan í Hetlandi gjøgnum tær tænastur, sum Shefakaðalin kann veita, eisini á oljuleiðunum vestan fyri Hetland. Sandy Cluness er sera fegin um hetta samstarvið, sum m.a. skal geva hetlendingum nógv betri breiðbandsamband. Breiðbandið er sera neyðugt fyri vinnuligu menningina í oyggjunum. Føroya Tele kemur inn í myndina í eini tíð, har hetlendingar sanna, at teirra egna telefyritøka, British Telecom, hevur slept Hetlandi eins og øðrum útjaðarum uppá fjall.
Tær stóru útbyggingarnar innan oljuvinnuna vestan fyri Hetland hava við sær nógv arbeiði til lands eisini, har tað í løtuni verða bygdir bústaðir at hýsa 800 arbeiðarum, nærhendis Sullom Voe terminalinum. Hesir skulu byggja eina stóra gassverksmiðju komandi árini, ta fyrstu av sínum slag í Hetlandi. Franska oljufelagið Total er farið undir eina risastóra verkætlan, sum er at taka gass upp úr undirgrundini og flyta tað til nýggja gassterminalin í Hetlandi.
Uppá fyrispurning um føroyskar fyritøkur hava møguleika at fáa lut í øðrum arbeiði og selja vørur og tænastur í Hetlandi sigur Sandy Cluness, at tá talan er um olju- og gassøkið, so eru nógvir møguleikar eisini hjá føroyskum fyritøkum at vera við í menningini. Dømi um hetta eru so longu Føroya Tele og Articon. Sandy Cluness sær tó fegin, at henda samvinna gongur báðar vegir og her sipar hann til royndirnar hjá føroyingum at finna olju og gass.
Føroysk olja til Hetlands!
-Vónandi finna tit eisini bæði olju og gass á tykkara landgrunni, og tá eru vit eisini tilreiðar at taka ímóti tí í Sullom Voe. Tað verður so nógv skjótari og lættari fyri føroyingar heldur enn at skula byggja móttøkur á landi í Føroyum, so vit vóna, at okkurt oljufelag skjótt finnur kolvetni í føroysku undirgrundini. Sjálvur ivast Sandy Cluness ikki í, at tað verða gjørd fund føroysku megin markið. Hann vísir á stóru tøkniligu menningina seinastu árini og samanber við líknandi menning í Barentshavinum, í russiskum og norskum øki, har tøknin nústaðni er so mikið ment, at til ber at fara eftir olju har eisini.
Sandy Cluness vísir á, at hetlendingar gjøgnum árini hava gjørt stórar íløgur í oljuvirksemi, her serstakliga í risastóra oljuterminalin í Sullom Voe, sum leingi hevur verið tann størsti í Europa. Hesin hevur tikið ímóti olju frá feltum bæði í Norðsjónum og vestan fyri Hetland í mong ár, men seinastu árini hevur gingið tann skeiva vegin. Fyrr komu 800 tangaskip til Sullom Voe um árið, nú er talið 200. Stórir goymslumøguleikar eru í Sullom Voe, nú virksemi her er minkað seinastu árini, so her er eisini pláss fyri føroyskari olju og gassi í framtíðini.
Milliardir frá oljuni
Hvussu sær Sandy Cluness oljuframtíðina vestan fyri Hetland og heilt vestur móti føroyska markinum!
-Tað var tann tíð, at tað vórðu boraðir tíggjutals brunnar uttan at nakað veruligt fund varð gjørt. Vit máttu veruliga brynja okkum við toli, men so kom bráddliga hol á, at tað vísti seg, at her var bæði olja og gass. Fyrsta oljan kom í land í Hetlandi í 1978 og hevur hon lagt nógvir milliardir krónur eftir seg í oyggjunum, serstakliga eftir at Sullom Voe oljuterminalurin varð bygdur.
Tað eru gjørd nógv nýggj fund við bæði olju og gassi, og fleiri teirra eru ikki so langt frá føroyska markinum. Total er við at byggja út síni gassfelt, og oljufeløg sum Chevron, Amerada Hess og BP eru í gongd við stórar útbyggingar eisini, so samanumtikið sær framtíðin bjørt út vestan fyri Hetland.
-Hava tit brúk fyri føroyskari arbeiðsmegi?
-Tað veldst um, hvat verður at gera her í framtíðini. Tað átti at verið arbeiði í sambandi við oljumenning og arbeiðinum við varandi orku. Hinvegin hava vit ikki so nógv at siga, tá stór oljufeløg sum Total byggja út, tí tey útvega arbeiðsmegina sjálvi. Ein kann so hyggja at teirra heimasíðu og finna arbeiði har.
Sandy Cluness heldur sjálvur, at stórar goymslur av ikki minst gassi liggja fjaldar í undirgrundini vestan fyri Hetlandi. Nokk er til av gassi tey næstu 50 árini heldur hann. Og har er eisini nógv olja, sum kanska er torførari at fáa upp. Feløgini royna so eisini at viðgera kolvetni til havs, og tað kemur so ikki teimum í Hetlandi til góðar í sama mun.
-Eg eri ikki serfrøðingur innan olju. Men nógv av fundunum á okkara síðu verða gjørd beint við føroyska markið, so tað er kanska júst her, at tit fara at finna tykkara olju, og hvør veit, um onkur av hesum keldum ikki gongur tvørtur um markið.
Sandy Clunes sigur seg annars fylgja væl við, hvat hendir í Grønlandi eisini og ivast ikki í, at tað finst olja og gass har eisini.
Hann heldur eisini, at føroyingar eiga so nógv vælútbugvin fólk í sjóvinnu, at hesi eisini kunnu fáa arbeiði í eini framtíðar frálandavinnu, sum kann taka seg upp, tá oljan verður funnin við Føroyar.










