Hetlendingar ætla sær til Føroyar

Hetlendsk ítróttafólk og ferðafólk hava ætlanir at koma til Føroyar at vitja seinni í summar. Vitjanin verður væntandi dagarnar upp til og eftir vikuskiftið 4.-5. september.

Sum kunnugt eru møguleikarnir at ferðast millum Føroyar og Hetland munandi skerdir seinastu árini, nú ongin beinleiðis sigling er millum londini, og flúgving er heldur ongin.

Hetlendingar falla ikki í fátt kortini, men royna at skipa so fyri, at tað skal bera til at leiga eitt flogfar at flúgva tey á ferðini aftur og fram til Føroyar. Tí verður høvi hjá føroyingum at fara til Hetlands hesar dagarnar, serliga um flogið verður úr Føroyum.

Føroyskt-Hetlendskt Vinafelag kannar í løtuni, um áhugi er millum føroyingar at sleppa til Hetlands at ferðast. Um so er, fer felagið at siga hetlendingum frá, og so eru útlit fyri, at ferðin kann gerast bíliga.

- Hetland er áhugavert ferðamannaland. Har eru nógv søgulig minni, vøkur náttúra og blíðskapur. Møguleikar eru eisini at spæla golf, at vitja søvn og dusa sær við svimjing og undirhaldi, sigur Føroyskt-Hetlendskt vinafelag í tíðindaskrivi.

Vinafelagið hevur heimasíðu: www.faroe-shetland.org