Hetlendingar í SMS

Hetlendska Ferðaráðið stendur fyri søluframtaki á Torginum í SMS í dag og í morgin


 

Ferðavinna


Hetlendska Ferðaráðið hevur í hesum døgum framsýning á Torginum í SMS. Endamálið er, sum vera man, at fáa fleiri føroyingar at ferðast til Hetlands.

Á Torginum í SMS er ein básur settur upp, har tú finnur ørgrynni av faldarum, bóklingum og øðrum, sum sigur tær frá grannalandinum fyri sunnan, Hetlandi.

Plakatir eru hongdar upp, og fryntlig fólk ganga og siga frá tí, sum tann forvitni vitjandi hevur hug at fáa at vita.

Ein teirra, sum varðar av hetlendska básinum í SMS, er Rebecca Hamilton, sum er Operations Director á hetlendska Ferðaráðnum, Shetland Islands Tourism.

Hon greiðir frá, at vitjanin er komin í lag í samstarvi við Smyril Line, sum sjálvandi hevur áhuga í, at fólk ferðast við Norrønu til Hetlands.

Framsýningin er løgd nú, samstundis sum mentabartiltakið í Tórshavn verður hildið í dag og í nátt.

Umframt faldarar, bløð og plakatir, er eisini eitt orkestur við hetlendsku fólkatónleikarum við á ferðini, og fara teir at spæla soleiðis av og á alla tíðina, meðan opið er í SMS í dag og í morgin, sigur Rebecca Hamilton.