Fiskivinna
Hugurin hjá hetlendskum reiðaríum at gera íløgur í skip er stórur í løtuni.
Sambært hetlendskum bløðum, verður skipið ?Altaire?, sum ikki er ókent í føroyskari fiskivinnu, skift út við ein 76 metur langan nýbygning, sum skal lasta 2600 tons av fiski.
Skipið verður projekterað av felagnum, Skipsteknik í Ålesund. Skrokkur og yvirbygningur verða sveisað saman í Turkalandi, og síðan verður skipið bygt liðugt á Solstrand Skipasmiðjuni.
Nýggi ?Altaire? skal latast eigarunum um eitt ár.
Eitt annað skip í Hetlandi, ?Adenia?, skal eisini skiftast út við eitt nýtt skip, sum verður 61 metrar langt. Hetta skipið verður eisini sveisað saman í Turkalandi og verður latið eigarunum í endanum av komandi ári.
Triðja skipið, sum skal skiftast út í Hetlandi, er ?Antarctic?.
Við hesum verður meginparturin av hetlendska flotanum, sum fiskar sild, makrel og svartkjaft, skiftur út innan ár 2004.










