Hetlendingar eru nú til reiðar at seta eina trivaliga peningaupphædd í Smyril Line, og hetta kann vísa seg at verða bjargingin fyri nýggju Norrønu.
Í gjár fekk Smyril Line boð frá Shetland Development Trust um, at teir eru sinnaðir at seta 50 milliónir krónur í Smyril Line.
Tá Sosialurin tosaði við stjóran í Smyril Line um 10-tíðina fríggjamorgunin, kundi hann einki spennandi siga okkum um ætlanina at hækka partapeningin í felagnum, men ein tíma seinna kom tíðindaskriv frá felagnum um, at nú vóru hetlendingar sinnaðir at seta pengar í felagið.
? Hesir pengarnir verða ein týðandi partur av ætlanini um at styrkja felagið við meira partapeningi, sigur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line.
Kravdu trygd
Týska skipasmiðjan, sum skal byggja nýggju Norrønu, hevur kravt trygd frá Smyril Line um, at felagið er ført fyri at gjalda tær 660 milliónirnar, sum nýggja Norrøna kostar.
Fyrst royndi Smyril Line at fáa landskassaveðhald, men hetta segði landsstýrið kortanei til. Síðani hevur Smyril Line fingið eina freist til 1. februar at skaffa felagnum meira partapening.
Ætlanin var at fáa eini hundrað milliónir krónur afturat í partapeningini, tí tað kann helst sannføra týsku skipasmiðjuna um, at Smyril Line er ført fyri at gjalda fyri nýggja marglætisskipið.
Menna sambandið
Í Hetlandi eru teir so fegnir um ferjusambandið norðureftir, at teir nú ætla sær at verða beinleiðis uppi í Smyril Line.
? Vit halda, at byggingin av nýggju Norrønu er ein spennandi og lovandi ætlan. Hon kann fáa stóran týdning fyri Hetland, og tí hava vit avgjørt at seta pengar í Smyril Line, sigur Leslie Angus, sum er nevndarformaður í Shetland Development Trust.
? Hetland hevur brúk fyri góðum sambandi til grannalondini, og við hesi íløgu vóna vit, at ferjusambandið við Norrønu kann halda fram og enntá mennast fram yvir, sigur hann.
Fyrstu ferð uttanlands
Shetland Development Trust er ein grunnur, sum ger íløgur í verkætlanir, sum kunnu menna Hetland á ymsum økjum.
Grunnurin hevur seinastu fimm árini gjørt íløgur fyri næstan 70 milliónir krónur, men hetta er fyrstu ferð grunnurin gera íløtu uttanlands.
? Vit meta ikki føroyingar sum rættiligar útlendingar, tí vit hava nógv samband við tykkum, og vit vóna, at hetta kann halda fram og mennast, sigur formaðurin í grunninum.
? Vit vita, at tað er ein vági við eini hvørjari íløgu, men vit hava gjøgnumgingið ætlanina hjá Smyril Line, og vit trúgva upp á hana, sigur Leslie Angus.
Fegin stjóri
Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, er ein royndur vinnulívsmaður, men tað var ikki sørt, at hann var fegin um hetlendsku íløguna, tá vit tosaðu við hann stutt fyri middag í gjár.
? Eg havi allatíðina trúð upp á, at vit skuldu fara at fóta okkum. Gjøgnum árini hava vit riðið mangan stormin av, og tað gera vit eisini hesaferð, sigur hann.
Nú hetlendingar eru sinnaðir at gera eina stóra íløgu í Smyril Line, sær ljóst út hjá felagnum. Íslendingar eru klárir við 10 milliónum krónum, og Framtaksgrunnurin hevur sagt seg verða sinnaðan at seta pengar í felagið, um aðrir eisini gera tað.
Harafturat arbeiðir Smyril Line í løtuni við øðrum møguleikum, sum Óli Hammer ikki vil siga meira um í løtuni.
Landsstýrið ikki avgjørt
Higartil størsti partaeigarin í Smyril Line er landskassin, og eisini landsstýrið er biðið um at seta meira partapening í felagið.
? Enn hava vit ikki tikið støðu málið, men tað verður viðgjørt fyrst í komandi viku, og síðani fara vit at geva Smyril Line boð um okkara støðu, sigur Bjarni Djurholm, sum er landsstýrismaður í vinnumálum.
Landsstýrið er biðið um at seta 25 milliónir krónur afturat í Smyril Line.
Men hóast landsstýrið sigur nei til Smyril Line, so kann tað eftir øllum at døma ikki kollrenna ætlanina hjá felagnum um at hækka partapeningin við eini 100 milliónum.









