Hetlendingar leita eftir føroyskum samstarvsfeløgum

Fiskivinnustevna

Sosialurin í Runavík: Millum teir útlendingar, sum rættiliga høvdu brynjað seg út til fiskivinnuráðstevnuna í Runaví, vóru eisini hetlendingar.
Á einu felags bási høvdu ymsir stovnar og fyritøkur í Hetlandi sligið seg saman til at marknaðarføra teir møguleikar, sum vóru í Hetlandi, bæði innan ferðavinnu og aðra vinnu.
Kevin Moreland og Neil Hennderson á hetlendska básinum, halda, at góðir møguleikar skuldi verið fyri samstarvi ímillum Hetland og føroyar og eitt endamál hjá teimum er at vita, hvørjar vørur og tænastur, tað kundi komið upp á tal, at føroyingar keyptu úr Hetlandi og hvat tað kundi hugsat, at hetlendingar høvdu áhuga í at keypt úr Føroyum.
Hasnn sigur, at royndir eru gjørdar fyrr at menna samstarvið ímillum londini bæði, men tð hevur alt verið á hægri støði.Hesuferð ætla teir at royna seg við meiri beinleiðis sambandi frá virki til virki og hann sigur, at teir hava havt áhugaverdar samrøður.
Teir eru væl nøgdir við luttøkuna á fiskivinnustevnuni.
Ikki minst væntar hann, at ferðavinnan í Hetlandi fer at vera fyri framburði.
?Vit høvdu faldarar á føroyskum við okkum men teir vórðu rivnir burtur.
Hann heldur, at føroyingar eru ógvuliga áhugaðir í at fara til Hetlands, tí har kunnu teir uppliva eina øðrvísi mentan.
Og so heldur han ikki minst, at Norrøna kann geva hetlendsku ferðavinnuni eitt rættiligt skump framayvir.
Og so nevnir hann at enda, at hann hevur hoyrt, at nógvir føroyingar eru áhugaðir i at spæla gold og eisini tað hava teir góðar umstøður til í Hetlandi.....