Hetlandsvinur fylt 75

20. juni í ár fylti Jóhan Hendrik W. Poulsen professari 75 ár.

Jóhan Hendrik er føddur í Sumba í 1934. Foreldrini eru Niels Winther Poulsen (1902-1990), ættaður úr Skopun, og Kristianna f. Mikkelsen (1904-1985) av Tvøroyri. Jóhan Hendrik búði barnaárini og gekk í skúla í Skopun. Hann tók studentsprógv í 1952. Í 1966 tók hann mag.art. prógv í norrønari málfrøði.

Jóhan Hendrik fekk starv á Føroyamálsdeildini í 1968. Í 1986 varð hann tilnevndur professari í norðurlendskum serliga føroyskum máli á Fróðskaparsetri Føroya. Hann fór frá við eftirløn 1. september 1997.

Jóhan Hendrik er kendur fyri sítt ídna virki fyri føroyskum máli. Fólk kenna hann serliga frá orðabókarsendingunum í Útvarpinum árini 1969-1993. Hesar sendingarnar eru nú savnaðar í bók, Orðabókin, sum forlagið Sprotin gevur út á 75 ára føðingardegi Jóhan Hendriks. Sendingarnar, ið vóru at hoyra 14. hvønn dag vertrarhálvárið, eru 198 í tali.

Jóhan Hendrik hevur skrivað ein hóp serliga um mál og hevur eisini ritstjórnað orðabókarútgávum. Eitt greinasavn Mál í mæti eftir Jóhan Hendrik W. Poulsen útgivið í sambandi við sjeyti ára føðingardag hansara kom út í 2004.

Sum kanska færri vita, so hevur Jóhan Hendrik umframt so mong onnur áhugamál eisini havt serligan tokka til Hetland. Tað sum hugtekur er fyrst og fremst lagnan hjá norrøna málinum í Hetlandi, granskingin hjá Jakob Jakobsen, doktara, men eisini tað siðsøguliga og søguliga.

Jóhan Hendrik situr í nevndini hjá Føroyskum Hetlendskum Vinafelag. Hann hevur nógvar vinir í Hetlandi og hevur tikið væl ímóti mongum hetlandsgesti, sum hevur vitjað í Føroyum.

Føroyskt Hetlendskt Vinafelag ynskir Jóhan Hendrikki hjartaliga tillukku við teimum 75 og mong góð ár framyvir.