Hetlandsvinir fingið heimasíðu

Føroyskt Hetlendskt Vinafelag hevur fingið heimasíðu

Vinafelagið sigur í tíðindaskrivi, at tað virkar fyri samstarvi og vinalagi millum Føroyar og Hetland.

Felagið skal eisini kunna limir og føroyingar um hetlendsk viðurskifti, og er heimasíðan liður í hesum kunningararbeiði. Á síðuni eru upplýsingar um felagið, myndir og tíðindi.

Føroyskt Hetlendskt Vinafelag fer til heystar og komandi vetur at skipa fyri kunning og fyrilestrum um Hetland, og roynt verður at skipa fyri ferðum til Hetlands komandi ár, hóast ferðasambandið ikki longur er tað besta.

Vinafelagið hevur áður gjørt vart við, at tað er stórt spell, at gott ferðasamband millum Føroyar og Hetland ikki er longur, tí tað hevur altíð verið gott samband millum føroyingar og hetlendingar. Hetland er ein av okkara næstu grannatjóðum og er áhugavert ferðamannaland, við ríkari søgu, náttúru og mentan.

Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg í Føroyskt Hetlendskt Vinafelag hjá einum av nevndarlimunum.

Les meira á: www.faroe-shetland.org/