Bogaskjóting
Við í kappingini vóru luttakarar úr Føroyum, Hetlandi og Íslandi. Skjótilíkindini vóru av teimum bestu eingin sól, eitt sindur av mjørka, lítt og bert eitt lítið lot.
Skotið bleiv eitt OL-umfar við finalum, t.v.s. innleiðandi bleiv skotið 2x36 pílar á 70 metrum og síðan finalur.
Innleiðandi úrslit
Compound menn: Martin Krusche, Hetland (H), 663 stig, Jógvan Niclasen, Tambar (T), 661 stig, Kristmann Einarsson, Ísland (IS), 661 stig, og Schandorff Vang, Ørvur (Ø), 653 stig. Við í bólkinum vóru 9 luttakarar.
Compound kvinnur: Sigrid Vang, Ørvur, 625 stig, Sara Leith, Hetland, 615, Jo Krusche, Hetland, 530 stig, og Alberta Gaardlykke, Ørvur, 212 stig. Við í bólkinum vóru 4 luttakarar.
Recurve menn: Hans Petur Højgaard, Ørvur, 602 stig, Rógvi Mohr, Ørvur, 558 stig, Guðmundur Thormodsson, Ísland, 547 stig, og Poul Martin Joensen, Ørvur, 537 stig. Við í bólkinum vóru 8 luttakarar.
Recurve kvinnur: Rakul Dam, Tambar var einasti luttakari og skeyt hon 384 stig. Tvær aðrar høvdu boðað frá luttøku, men fingu tær forfall kvøldið fyri.
Finaluumfarið
Compound menn: 1/8-finala var millum Anders Jønnson (Ø) og Magnus Andreassen (Ø) og endaði 89-69. Í ¼-finalunum vóru hesir dystir Martin Krusche (H)-Anders jønsson (Ø) 108-100, Schandorff Vang (Ø)-Ryan Leith (H) 109-99, Per Holm Andersen (Ø)-Kristmann Einarsson (IS) 106-104 og Jógvan Niclasen (T)-Kristoffer Andreasen (Ø) 105-96. Í ½-finalunum vóru hesir dystir Schandorff-Martin 114-105 og Jógvan-Per 112-103.
Dysturin um bronsuna stóð millum Per og Martin, dysturin var sera javnur við settunum 29-30, 25-25, 28-29 og 25-24, endaliga vann Martin 108-107.
Dysturin um gullið stóð millum Jógvan og Schandorff har Jógvan hevði munin alla tíðina, settini endaðu 28-26, 28-27, 29-27 og 28-25, endaliga vann Jógvan 113-105.
Compound kvinnur: Her var farið beinleiðis til ½-finalurnar við hesum dystum Sigrid Vang (Ø)-Alberta Gaardlykke (Ø) 97-49 og Sara Leith (H)-Jo Krusche (H) 93-90.
Dysturin um bronsuna stóð millum Jo og Albertu og endaði 90-37.
Dysturin um gullið stóð millum Saru og Sigrid og vóru settúrslitini hesi 27-24, 25-26, 25-21 og 27-24, endaliga vann Sara 104-95.
Recurve menn: Dystirnir í ¼-finalunum vóru hesir Hans Petur Højgaard (Ø)-Tórhallur Simonsen, Vágaskot (V) 83-30, Guðmundur Thormodsson (IS)-Øssur Hansen (V) 92-82, Rógvi Mohr (Ø)-Bogi Ákason (V) 85-27 og Poul Martin Joensen (Ø)-Sjúrður Rein (T) 83-51. Í ½-finalunum vóru hesir dystir Hans Petur-Poul Martin høvdu ein javnan og spennandi dyst, sum bleiv avgjørdur við seinasti píli, dysturin endaði 96-97. Somuleiðis var hin dysturin enn meiri spennandi millum Rógva og Guðmund, hann endaði 77-77 og máttu teir hava umskjóting við einum píli. Her vann Rógvi 8-4.
Dysturin um bronsuna stóð millum Hans Petur og Guðmund og vóru settúrslitini hesi 27-28, 23-17 her var íslendingurin so óheppin at raka við síðuna av skivuni, 28-27 og 21-22, endaliga vann Hans Petur 99-93.
Hjá recurve kvinnum bleiv eingin finaluskjóting.
Lið
Tað kann bert vera eitt lið frá hvørjum landi og skulu vera tveir menn og ein kvinna á liðnum, á sama hátt sum tá oyggjaleikir eru.
Hetland hevur havt trupulleikar at manna recurvelið bæði til fyrstu kappingina fyri tveimum árum síðan og til hesa kappingina. Tí hava recurve liðini ongantíð skotið.
Compoundliðini hjá Hetland og Føroyum hava verið mannað og í fyrstu kappingini vann Føroyar ferðasteypið. Nú skuldi so aftur dystur verða. Liðini verða mannað við teimum monnum og kvinnuni, sum hava bestu innleiðandi úrslitini.
Føroyska liðið var mannað við Jógvan Niclasen, Schandorff Vang og Sigrid Vang, sum eisini mannaðu oyggjaleikaliðið, sum vann gull í dysti ímóti júst Hetlandi á seinastu oyggjaleikium Hetlendska liðið var mannað við Martin Krusche, Ryan Leith og Sara Leith. Hesi bæði seianstu nevndu vóru eisini á oyggjeleikaliðnum í fjør.
Skjótast skuldu 24 pílar, fýra sett á tveir minuttir har skjúttar skutu tveir pílar hvør. Hetland hevði muni allan dystin og dróg frá. Hetland vann 204-190.










