Hetjurnar heiðraðar

Sum tað sømdi seg á degnum, so vórðu Landskrona-hetjurnar róptar út á vøllin í hálvleikssteðginum

Teir verða ongan tíð gloymdir. Jens Martin, Jóannes, Tummas Eli, Mikkjal, Julian, Jan, Abraham, Torkil, Kári, Allan og Kurt.

Teir ellivu, sum vóru á vøllinum í Landskrona vóru sjálvandi bodnir í VIP-rúmið á Tórsvølli, nú Eysturríki vitjaði, og eftir at unglingarnir, sum nú manna landsliðið, høvdu hitað fjøldina upp í trý korter,var tað tíð hjá hetjunum at koma á vøllin.

Fagnaðurin var øgiligur, og hann gjørdist ikki minni, tá sjálvur løgmaður kom at heilsa. Tað var nú ikki bara sum løgmaður, at Kaj Leo Johannesen heilsaði, tí hann var eisini eykamálverji fyri Jens Martin Knudsen á minniliga degnum. Saman við honum sótu Magni Jarnskor, Jens Erik Rasmussen, Gunnar Mohr og Poul Enok Hansen eisini á beinkinum. Venjari var sjálvandi Páll Guðlaugsson