Hetjumóttøka fyri Suarez

Veddingarfyritøka droppar Suarez, meðan Uruguay fagnar leikbannað framherjanum

Í Uruguay tykjast tey halda, at Luis Suarez hevur verið fyri órættvísi í samband við leikbannið, sum hann fekk fyri at bíta italska Giorgio Chiellini. Fótbóltssambandið í Uruguay hevur kært leikbannið, sum er níggju landsdystir og fýra mánaðir bann frá øllum fótbólti, umframt eina bót upp á yvir eina hálva millión krónur.

 

Les eisini: Risa leikbann til Luis Suarez

 

Á Carrasco flogvøllinum, skamt frá Montevideo í Uruguay, er hópin av fólki samlaði fyri at vísa sín stuðul til framherjan, sum hevur fingið forboð fyri at verða rundan um HM hópin hjá Uruguay.

 

Veddingarfyritøka droppar Suarez

 

Tað eru tó ikki øll, sum stuðla Luis Suarez treytaleyst. Veddingarfyritøkan 888poker.com hevur havt eitt samarbeiði við Luis Suarez, men í dag boðar fyritøkan frá, at alt samband við Luis Suarez verður kvett.

 

Les eisini: Her bítur Suarez

 

- Vit gjørdu eitt samstarv við Luis Suarez, tí hann hevði eitt fantastiskt kappingarár og hansara avrik blívu viðurkend kring heimin. Orsaka av tilburðinum í landsdystinum móti Italia hava vit valt at enda samstarvið her og nú, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá 888poker.

 

Maradona stuðlar Suarez

 

Luis Suarez hevur fingið stuðul frá ongun minni enn Diego Maradona, sum sjálvur var íblandaður fleiri minni hepnum støðum í síni yrkisleið. Í sjónvarpssending var hann í troyggju við áskriftini, “Luisito Estamos Con Vos”(Luis, vit eru hjá tær/Vit stuðla tær).

 

Les eisini: FSF forseti viðgera Suarez

 

Sambært bretskum miðlum, so hevur hann í løttum spurt um nakar er deyður av hendingin og víst á, at talan hóast alt er um fótbólt, og hví FIFA ikki bara sendir hann til amerikansku fangaleguna, Guantanamo.