Flogvøllurin í Milano var stúgvandi fullur av fólki, ið vildu ynskja Inter Milan og venjarinum, Jose Mourinho til lukku við finalu plássinum. Mourinho legði eftir dystin í Barcelona í gjár upp til, at hansara spælarar høvdu uppiborið eina megnar móttøku, tá teir komu til Milano.
Inter Milan vann seg í gjár í Champions League finaluna, tá teir bara taptu 1-0 fyri Barcelona á Nou Camp. Samanlagt vann Inter 3-2 og skulu í finaluni, ið verður leikt í Madrid, møta týska Bayern Munchen.
Í Italia eru bløðini eisini full av rós til Mourinho. Fleiri meta, at tað er taktikkurin hjá honum, ið hevur gjørt tað møguligt hjá Inter at koma í Champions League finaluna fyri fyrstu ferð í umleið 40 ár. Í Spania eru miðlarnir ikki so glaðir fyri mátan, ið Inter vann á Barcelona og hava kalla fótbóltin hjá Mourinho fyri ?anti-fótbólt?. Mest seljandi blaðið í Spania, Marca, heldur, at Jose Mourinho nú hevur vunnið sær rættin til at blíva Real Madrid venjarin komandi ár.










