Tá Steven Gerrard javnaði fyri Liverpool ímóti Chelsea ígjár, so var tað ikki uttan symbolskan týdning fyri mongu Liverpool FC fjeppararnar kring heimin.
Málið var nummar 119 hjá Steven Gerrard í Premier League, og hevur Gerrard nú skotið eitt mál meir fyri Liverpool enn ein maður, sum á einum sinni varð hetja á Anfield, men nú verður roknaður, sum svíkjari.
Michael Owen skeyt 118 mál fyri Liverpool millum 1996 og 2004. Hann hevði enn staðið, sum ein stór hetja í Liverpool, um bara ikki hann hevði skrivað undir ein ávísan sáttmála við Manchester United í 2009, sum er stóri fíggindin hjá Liverpool-fjepparunum. Serliga sárt varð tað, at Michael Owen var við til at tryggja United tað 19. meistaraheiti í 2011, sum gjørdi, at Liverpool misti søguliga metið við flest enskum meistaraheitum.
Tí var tað serliga søtt fyri mangar Liverpool-fjepparar, at Steven Gerrard yvirhálaði Michael Owen á tí søguliga listanum við teimum bestu málskjúttunum hjá Liverpool FC.
Søguligu stórskjúttarnir hjá Liverpool í bestu deildini eru annars: Roger Hunt. 245 ligamál, Gordon Hodgson 233 ligamál, og Ian Rush 229 ligamál.
Søguligi toppskjúttin hjá Liverpool í øllum kappingum, liguni, FA Cup, Liga Cup og evropeiskum dystum er Ian Rush við 346 málum í 660 dystum.
Ian Rush varð við walisiski landsliðnum í Føroyum, sum vann 3-0 á Føroyum á Svangaskarði. Hetta varð í 1993.
Steven Gerrard hevur í øllum kappingum skotið 184 mál í 701 dystum fyri Liverpool. Michael Owen skeyt 158 mál í 297 dystum fyri Liverpool.