Heteroseksuelli riddarin Alfred Olsen

Alfred Olsen, løgtingsmaður roynir enn eina ferð at reingja veruleikan, við at leggja mær og flokki mínum orð í munnin

Hann er kanska við at mynda seg sjálvan sum ein nýggjan Sigmund Brestisson, ið skal standa sum ein drangi móti vkristnanini av landi okkara. At hann nýtir grovar lygnir og beinleiðis villleiðir, tykist ikki nerva henda merkismannin, alt slíkt hevur einki at siga, tí hann er ein heilagur avhaldsmaður. Tími ikki at øsa meg meira enn neyðugt er yvir politiska deyðsiglaran av Toftum. Havi bert hesa viðmerkingina:

Í Føroyum hava vit nógvar riddarar, men munnu heteroseksuellu riddararnir vera teir, sum manna ovasta lagið av aðalstætt okkara. Soleiðis sum Alfred Olsen ber seg at, telist hann uttan iva millum teirra. Tí kann tað undra, at maðurin er so altráður altíð at loypa á menn aftanífrá.