Hesum sangum orkar Uni ikki fyri

Uni Leitisstein Hansen velur fimm irriterandi sangir – lurtið her!

Seinnapartin týsdagin var Uni Leitisstein Hansen boðin á Rás2 at velja fimm irriterandi sangir.

Aðrir gestir hava áður roynt uppgávuna, og flestu gestirnir hava siglt millum skerini og ikki valt føroyskar sangir.


Men tað gjørdi Uni Leitisstein ikki. Hann valdi fýra føroyskar sangir, sum hann heldur vera irriterandi.