Í gjár var lutakast til 1. umfar í bæði Champions League og Europa League. KÍ skal spæla móti Slovakiska Slovan Bratislava í Klaksvík. Dysturin verður eftir ætlan mikukvøldið klokkan 19.
NSÍ er á heimavølli móti Barry Town United úr Wales, meðan B36 og HB skulu út at ferðast. B36 skal spæla á Gibraltar móti St Joseph’s, sum árstalsfelagið vann á so seint sum í 2018. HB skal til Norðurírlands at spæla móti Glentorian.
Nú er eisini greitt hvørjum tey kunnu møta, um tey koma víðari. Vinnur KÍ á Slovan Bratislava, so verður mótstøðuliðið at finna millum KNK Dinamo út Kroatia, Young Boys úr Sveis og vinnaranum av uppgerðini millum skotska Celtic og íslendska KR Reykjavik.
Í Europa League eru B36, HB og NSÍ. Vinnur B36 á St Joseph’s kunnu teir møta íslendska Vikingur Reykjavík, Levadia Tallinn úr Estlandi, ella vinnaranum av uppgerðini millum norðurírska Coleraine og La Fiorita úr San Marino.
HB og NSÍ eru í sama bólki og kunnu møta skotsku Aberdeen og Motherwell, umframt norska Rosenborg. HB møtti í 1994 Motherwell, sum vann samanlagt 7-1. Tað er eisini fyrrverandi felagið hjá Gunnari Nielsen. Norska Rosenborg hevur eisin verið tvær ferðir verið mótstøðulið hjá føroyskum liðum í Evropa.
Í 2009 tapti NSÍ 6-1 samanlagt, meðan Víkingur í 2015 megnaði at fáa javnleik Lerkendal vøllinum, men tað var eftir 2-0 ósigur á Svangaskarði.