U21-manslandsliðið í hondbólti, sum um vikuskiftið vann allar dystirnar í HM-undankappingini her heima, hevur sum kunnugt spælt seg til HM-endaspælið í Algeria 17. - 30. juli.
Longu nú er greitt hvørji nøkur av mótstøðulondunum hjá Føroyum kunnu blíva. Kappingin er nevniliga býtt í styrkisløg, tó at øll luttakandi londini enn ikki eru funnin.
Sum vinnari av sínum HM-undankappingarbólki koma Føroyar í triðbesta styrkislag og fáa harvið trý lið í bólkin, sum eru styrkismett veikari enn Føroyar. Lutakast verður fyrst í apríl.
Styrkisløg:
1: Frakland, Spania, Týskland, Kroatia
2: Tunesia, Noreg, Danmark, Ísland
3: Makedonia, Algeria, Føroyar, Katar
4. Suðurafrika, Egyptaland
5. Ungarn, Slovenia, Russland, Suðurkorea
6. Burkina Faso, Marokko