Um smáar tvær vikur verður lutakastið til innleiðandi umfarið í Champions League. B36 er ikki stykismett og skal tí møta einum av fýra. Tey eru, New Saints (Wales), Valetta (Malta), Flora Talinn (Estland) og Santa Coloma (Andorra). Í B36 hava tey ikki beinleiðis eitt dreymalutakast, men síggja fyrimunir í at møta Santa Coloma úr Andorra.
- Tað er styrkismett lægst av teimum fýra, umframt at tað er lætt at ferðast til Andorra umvegis Barcelona, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá B36.
Í hinum endanum er tað ikki eitt ynski at møta New Saints úr Wales aftur. Hesum møttu B36 farna kappingarár og taptu tá samanumkom rímiliga greitt
- New Saints eru sterkir og eru eisini styrkismettir hægst av hasum fýra, sigur Eyðun Klakstein.
Stutt fyrireikingartíð
Eitt sindur sermerkt við innleiðandi umfarinum í Champions League er, at feløgini hava bara átta ella nýggju dagar at fyrireika seg í.
- Tað er ein avbjóðing ítróttarliga at fyrireika seg, tá tú ikki veit hvørjum tú skal spæla móti, og um tú skal spæla heima ella úti fyrst, sigur Eyðun Klakstein.
Treytirnir eru sjálvandi galdandi fyri allar partar.
B36 kundi verið styrkismett
Tað var annars líkt til, at B36 skuldi seedast til lutakastið saman við New Saints (Wales), Valetta (Malta), Flora Talinn (Estland) og Santa Coloma (Andorra). So hevði mótstøðan verið lið úr San Marino, Gibraltar, Armenia, Letlandi og Kosovo.
Tíverri fekk Kosovo ikki luttøkuloyvi hesaferð, og tí verður B36 ikki seedað til lutakastið. Kosovo hevur júst fingið FIFA og UEFA góðkenning, meðan landsliðið fríggjadagin spældi sín fyrsta góðkenda venjingarlandsdyst nakrantíð, tá teir vunnu 2-0 á Føroyum.