Summarið merkir, at fremstu føroysku fótbóltsfeløgini sleppa at royna seg í evropeiskum høpi. Sum vant er tað soleiðis, at føroyameistarin sleppur at royna seg í Champions League, meðan nummar tvey, trý og fýra enda í undankappingini til Europa League.
Øll tey føroysku feløgini eru í pottunum, tá ið UEFA mánadagin hevur lutakast til fyrsta undanumfar í bæði Champions League og Europa League.
Núverandi føroyska meistarafelagið, B36, er óseedað til sína fyrstu undankapping. Hetta eru tey fýra feløgini, ið B36 kann hitta:
The New Saints úr Wales
FC Levadia Tallinn úr Estlandi
FC Pyunik úr Armenia
og FC Santa Coloma úr Andorra
Skuldi tað eydnast hjá B36 at spælt seg víðari úr fyrsta undanumfari, eru fleiri áhugaverd feløg, ið møguliga koma til Føroya at spæla. Tað er nevniliga í øðrum undanumfari, at feløg sum danska FC Midtjylland, skotska Celtic og svenska Malmø FF trína inn í kappingina.
Óansæð hvørjum B36 spælir ímóti, so er greitt at fyrsti dysturin hjá meistaraliðnum í undankappingini til Champions League verður 30. juni ella 1. juli, og at seinni dysturin verður 7. ella 8. juli.










