Hesum halda føroyingar við

HM: Nærum annarhvør heldur við Íslandi - sí yvirlit her!

HM-fepur er í hæddini, og vit føroyingar stuðla landsliðunum hjá grannunum. Tað kann staðfestast sambært einari atkvøðugreiðslu á kenda facebook-bólkinum, Fótbóltskjak, har tilsamans 962 hava sagt hvørjum tey halda við.


41,68% av teimum spurdu siga, at tey halda við Íslandi. Tað er væl meira enn nummar tvey, sum er Ongland við 16,21%. Danmark er nummar trý við 10,60%. Triðja norðurlandið í HM, Svøríki, fær ikki eins góðan stuðul úr Føroyum: einans 0,51%.


Hvørjum føroyingar halda við í HM – topp 10:


1. Ísland 41,68%

2. Ongland 16,21%

3. Danmark 10,60%

4. Argentina 6,54%

5. Týskland 5,92%

6. Brasil 3,95%

7. Portugal 2,59%

8. Frakland 2,39%

9. Belgia 1,76%

10. Spania 1,03%