?Hesum fara vit at stríðast ímóti til tann beiska enda.
Joan Ziskason, forkvinna á Sjeymannabólkinum hjá fakfeløgunum er púra avgjørd, tá ið hon verður biðin um eina viðmerking til nýggja uppskoti´hjá landsstýrinum um, hvussu arbeiðsósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu loysast hereftir.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur nýliga barslað við einum nýggjum uppskoti um seming,, sum nú er sent fakfeløgunum til ummælis.
Men tað er longu nú greitt, at landsstýrismaðurin fer at møta harðari mótstøðu frá fakfeløgunum.
Fakfelagsleiðarar eru ikki bara á einum máli um, at uppskotið skal vísast aftur. Teir eru eisini púra samdir um, at uppskotið er so álvarsligt, at tað skal heilt einfalt ikki setast í gildi, soleiðis sum tað nú er orðað.
Í Sosialinum leygardagin mælti Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag heilt einfalt til at fara í aðalverkfall, um uppskotið verður samtykt, soleiðis sum tað nú er orðað.
Í størsta álvara
Ingeborg Vinther ikki einsamallur fakfelagsleiðari, sum ætlar at geva landsstýrinum ein skarpan gang í hesum máli.
Joan Ziskason, forkvinna í Sjúkrasystrafelagnum og forkvinna í Sjeymannabólkinum hjá fakfelgunum, er næstan líka greið.
? Hesum fara vit at stríðast ímóti til tann beiska enda, sigur hon.
Hon sigur, at Sjeymannabólkurin, sum umboðar allan arbeiðsmarknaðin, fer nú at hava fund um málið.
Hon sigur, at orsøkin til mótstøðuna, er uppskotið hjá landsstýrinum ger seg grovliga inn á rættindindi hjá fakfeløgunum.
?Eitt nú gevur tað semingsmonnunum at kalla óavmarkaðar heimildir at útseta verkfall, og tað er í veruleikanum at taka verkfallsrættin frá okkum.
Joan Ziskason sigur, at av tí at eitt uppskot, sum hetta, er so avgerandi fyri fakfeløgini, vilja feløgini sjálvsagt eisini vera við til at evna tað til.
Hon vísir á, at fakfeløgini vilja fegin hava eitt nýtt uppskot um seming.
?Men tað skal ikki síggja út sum hetta.
Hon sigur, at partar av uppskotinum, sum nú er lagt fram fyri feløgini, minnir ikki sørt um ásetingarnar í donsku lógini um arbeiðsrætt og høvuðsavtalu, og sum føroysku fakfeløgini hava stríðst ímóti við hond og fót
Joan Ziskason sigur, at hetta er eitt mál, sum fakfeløgini taka í størsta álvara.
?So vítt hon skilir, er semja um, at feløgini eiga at hava eitt rættiliga kontant útspæl ímóti landsstýrinum fyri at forða fyri, at hetta uppskotið verður sett í verk.
Men um tað skal verðs so kontant, sum Ingeborg Vinther, mælir til, vil hon ikki siga.
?At fara í aðalverkfall eru hennara orð. Hvør niðurstøðan verður, veit eg ikki enn. Men vónandi verður tað óneyðugt at fara so ógvusliga til verka, tí vónandi hava politikarar skilt boðskapin, sigur Joan Ziskason.