Í gjár bað kallaði Heðin Mortensen inn til kreppufund umvegis miðlarnar, tá tað hoyrdist, at túratalið um Skopunarfjørð skuldi skerjast. Borgarstjórin í Havn hevði lagt til merkis, at onkur av túrunum, ið skuldi broytast, vóru túrar, tá Teistin eisini siglir út í Hest, og hesum kundi hann ikki lata sær lynda.
Les eisini Borgarstjórin í Havn kallar inn til kreppufund
Nú svarar ferðslusamskiparin á Strandferðsluni, Jens Petur Brattalíð, aftur. Talan er einans um smávegis tillagingar fyri farleiðina út í Hest og túratalið verður ikki skorið, sigur hann.
Hann vísir á, at Teistin einans siglir út í Hest týsdag, hósdag og sunnudag. Tískil er tað ikki satt, tá borgarstjórin sigur, at Hestur hevur mist túrin mikudag eisini. Einasta broytingin er, at túrurin verður fluttur 20 minuttir, til 14.50 av Gomlurætt. Talan er sostatt ikki um nakra skerjing.
Jens Petur Brattalíð vísir harumframt á, at higartil hava allir túrar til og frá Hesti verið við tilkalling, uttan Postrutan klokkan 08.45.
- Hesin túrurin er ikki tikin burtur, men av praktiskum ávum, er tann túrurin nú eisini tilkalling. Tað er ikki postur, hvønn dag út í Hest.
- Strandferðslan skilur ikki, hvat borgarstjórin meinar við, tá ið hann sigur, at tað ber ikki til at búgva í Hesti og arbeiða á meginøkinum. Túrur er hvønn gerandisdag kl 07:05 úr Hesti og av Gomlurætt kl 17:15, til hetta endamálið, skrivar Jens Petur Brattalíð.