Hestur verður ikki knýtt upp í ætlaða undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Sandoy. Tað er greitt, nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt ætlanina.
Annars hava bæði Útoyggjafelagið, fólk í Hesti og Tórshavnar Býráð, staðiliga mælt til at nýta hetta gylta høvið, til at gera ein teym út í Hest, so at hendan útoyggin eisini fær fast Samband.
Tey vísa á, at verður ikki tikið av hesum møguleikanum nú Sandoyartunnilin verður lagdur framvið Hesti, kemur hann aldrin aftur.
Les eisini: Kostar 300 milliónir eyka at knýta Hest upp í
Men hetta fær ikki undirtøku í Løgtinginum. Politiska semjan um undirsjóvartunlarnar, umrøður ikki Hest. Og nú Rættarnevndin hevur viðgjørt málið, eru yvirhøvur semja um, at halda fast við tað.
Annars hevur rættarnevndin havt fund við bæði Tórshavnar Kommunu og fólk úr Hesti.
Les eisini: Gloymið alt um undirsjóvartunnil út í Hest
Men Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í nevndini, staðfestir, at ein stórur meiriluti í nevndini er samd um ikki at taka Hest uppí, men at halda fast um upprunaligu semjuna.
- Meirlutin í nevndini ásannar, at linjuføringin er partur av politisku semjuni, sigur Rættarnevndin. Og tann linjuføringin gonguraltso uttan um Hest.
|