- Hesselberg skomm fyri donsku rættarskipanina

Paul Watson heldur, at Linda Hesselberg tilætlað blívur við at seinka eina rættarsak um ein bát hjá umstrídda felagsskapinum, Sea Shepherd.

Í gjár skrivaði in.fo, at ein av limunum í Sea Shepherd, Jessie Treverton, er komin til Føroya, tí at hon vil gera krav upp á skjóttgangandi bátin, ið Sea Shepherd upprunaliga eigur, MV Spitfire, sum varð tikin frá felagsskapinum í 2014, tí at báturin rak nakrar grindahvalir út á opið hav, sum vóru nærhendis Føroyar. Jessie Treverton var ein av trimum Sea Shepherd-limum, ið var umborð á bátinum, tá ið hendan gerðin varð framd. Hon og hini bæði umboðini blivu handtikin fyri brotsgerðina.

 

Les eisini: Sea Shepherd-limur komin til Føroya

 

Jessie Treverton er komin til Føroya, tí at rættarsakin um bátin er blivin útsett fleiri ferðir. Og sambært firtna leiðaranum hjá Sea Shepherd, Paul Watson, so er rættarsakin enn einaferð blivin útsett. Hesaferð til 24. november seinni í ár.

 

Í einum Facebook-uppslagi skjýtur Paul Watson við skørpum eftir føroyska ákæranum, Lindu Hesselberg, sum hann ákærir fyri at seinka rættarsakina tilætlað. Sambært Paul Watson visti Linda Hesselberg av ongum, at Jessie Treverton var komin til Føroya. Tað var ikki fyrr enn eitt føroyskt fjøkmiðlafólk ringdi til Lindu Hesselberg, at hon gjørdist varug við støðuna, skrivar Watson. 

 

Hetta fekk Lindu Hesselberg at skunda sær á politistøðina at fortelja Jessie Treverton, at rættarsakin verður hildin 24. november í ár, vil Paul Watson vera við.

 

Paul Watson skrivar víðari, at Linda Hesselberg fyrr í ár hevði sagt við Sea Shepherd, at hon bíðaði eftir einari rapport frá donskum djóralækna, sum skuldi staðfesta, um MV Spitfire hevði pínt hvalirnir við at reka teir út á opið hav - hetta er føroyska uppáhaldið um sakina. 

 

Sambært Paul Watson fekk Linda Hesselberg hesa rapportina í januar, men tað hevur Sea Shepherd ikki hoyrt eitt orð um. 

 

At enda dálkar Paul Watson Lindu Hesselberg til, tá ið hann skrivar:

 

Linda Hesselberg er ein skomm fyri donsku rættarskipanina, tá ið hon letur sínar egnu sannføringar um grindadráp fram um hennara skyldur og etisku ábyrgdir sum ákæri.

 

Les eisini: Vil ikki úttala seg um Paul Watson