Hesir yvirtaka sendinetið hjá R7

Føroyar fáa í kvøld eina nýggja landsdekkandi útvarpsrás

Radio.fo yvirtekur á midnátt í kvøld sendinetið hjá útvarpsrásini R7.

Herfyri boðaði stjórin á R7, Petur Jacobsen, frá, at R7 gevst at senda á nýggjárinum, eftir at útvarpsstøðin hevur sent í fimm ár. Hann segði, at orka var ikki til at halda fram við rásini.

Síðani hevur verið ógreitt, hvat fór at henda við sendinetinum, sum R7 hevur brúkt, og sum R2 eigur. Í øllum førum varð greitt, at R7 sløkti sínar sendingar á midnátt í kvøld. Men tað verður ikki tøgn eftir tað. Tí Radio.fo yvirtekur FM sendinetið hjá R2.

Radio.fo hevur sent á alnótini í desember mánaði og verður nú eisini landsdekkandi á FM-sendinetinum.

– Vit ynskja at taka táttin upp eftir R7 og byggja víðari á tann fólksliga leistin, sigur Radio.fo í fráboðan.

Stigtakarar til Radio.fo eru Jógvan Poulsen og Andrew Djurhuus.