Hóast korona-smittan hevur verið okkara millum í rúma tíð nú, so eru tað tey, ið onki vita um hesa heimskreppu.
Til dømis manningin á franska kavbátinum á myndini omanfyri.
Kavbáturin er farin til havs og er kavaður. Vanligt er, at manningin ikki hevur samband við umheimin, meðan teir eru í tænastu, og tí hevur manningin heldur ikki atgongd til internet. Hetta verður gjørt, fyri at manningin kann savna seg um arbeiðið.
Vanligt er, at manning á kavbáti er úti í einar 60 til 70 dagar, innan manningin skiftir, so teir, sum í løtuni eru undir kavi, gerast helst bilsnir, tá teir fáa at vita um korona-smittuna, og ta heimskreppu, sum er íkomin.
Teir fáa helst hetta at vita beint áðrenn teir sleppa í land, vita útlendskir miðlar at siga.