Nú klokkan 17.30 byrjar U21-landsdysturin ímillum Føroyar og Týskland. Dysturin verður spældur á Tórsvølli.
Les eisini: U-21 liðið er sett
Hesir 11 týsku leikararnir byrja inni. Í parantes stendur teirra felag, har teir til dagliga spæla.
Timon Wellenreuther (Mallorca) - Jeremy Toljan (Hoffenheim), Niklas Sule (Hoffenheim), Max Meyer (Schalke), Leon Goretzka (Schalke), Julian Brandt (Bayer Leverkusen), Lukas Klostermann (RB Leipzig), Joshua Kimmich (Bayern Múnchen), Leroy Sané (Schalke), Yannick Gerhardt (FC Køln) og Maximilian Arnold (Wolfsburg)
Eisini kann leggjast afturat, at oddsið upp á føroyskan sigur er heili 30.00 hjá summum av útlendsku veddingarfyritøkunum.