Hesir stuðla eisini Sea Shepherd

Millum stjørnurnar, sum stuðla Sea Shepherd átøkum, eru eisini onkrir heimskendir rocktónleikarar

 

Í hesum døgum er kanadiska sjónvarpsstjørnan Pamela Anderson uppi í stríðnum hjá Sea Shepherd í Føroyum, men aðrar stjørnur hava eisini víst felagsskapinum hjá Paul Watson sín stuðul.

Í fjør vitjaðu rocktónleikararnir Steven Tyler og Joe Perry úr bólkinum Aerosmith skip hjá Sea Shepherd í Australia og nýttu samstundis høvi at lýsa sín stuðul til felagsskapin.

Omanfyri ber til at síggja videoinnslag av tí.