Hesir stjórna Betri

Betri hevur nú kunngjørt, hvørjir stjórarnir eru í Betri Trygging og Betri Pensjón

Jean Djurhuus er settur sum stjóri í tryggingarfelagnum Betri Trygging, meðan Helgi L. Petersen er settur sum stjóri í Betri Pensjón. Nýggur bankastjóri verður settur í næstum, boðar P/F Betri, fyrr TF Holding, frá.

 

- Vit eru errin av, at vit í dag kunnu navngeva bæði nýggjan samleika og nýggjan leiðslubygnað, sigur Arni D. Brattaberg, formaður í Ognarfelag Tryggingartakaranna.

 

Í samtaksleiðsluni sita nú Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, Jean Djurhuus, tryggingarstjóri, Helgi L. Petersen, pensjónsstjóri, Ole Guldborg Nielsen fyri fíggjarøkið og Mortan Poulsen fyri stápsøkið. Tá nýggjur bankastjóri verður settur, verður hann eisini partur av leiðsluni. Mortan Poulsen hevur til nú verið stjóri í Betri Pensjón.

 

Oman fyri stjórarnar er Suni Schwartz Jacobsen, sum er forstjóri í øllum feløgunum uttan í Betri Heim, har hann er nevdarformaður.