Hesir spæla á Skarv í kvøld

Kendir føroyskir tónleikarar vera við at steingja Skarv í kvøld

Eftir næstan hálva øld sum skeinkistað hjá føroyingum í Keypmannahavn letur Skarv nú aftur. Í kvøld er opið fyri seinastu ferð, og tá ið hurðin verður stongd sunnumorgunin, letur Skarv ikki uppaftur.

 

Tey gera nógv burtur úr í kvøld.

 

Frá klokkan 19 til 21 verður móttøka, og tá eru øll vælkomin inn á gólvið at heilsa upp á og njóta onkrar smábitar av mati. Dánjal Petur Thorsteinsson, sum stovnaði Skarv í 1975, og dótturin Siri Thorsteinsson, ið hevur rikið staðið síðani 2015, fara at siga okkurt.

 

Frá klokkan 21 verður live-tónleikur og tónleikur frá DJ.

 

Seks føroyskir tónleikarar fara at standa fyri undirhaldinum. Teir eru Jens Marni Hansen, Uni Debess, Sámal Ravnsfjall, Hans Petur í Brekkunum, Danny Baldursson og Jóhan Hentze.

 

– Eg vóni, at vit fáa eitt gott og hugnaligt seinasta kvøld saman. Eg ynski mær, at nógv fólk koma á Skarv, og at stemningurin verður góður, sigur Siri Thorsteinsson.

 

##med2##

 

 

 

Jens Marni Hansen er ein av teimum, sum spælir á Skarv í kvøld