Hesir skulu undirhalda í Vágsbotni á ólavsøku

Tveir kendir menn undirhalda á stóra ólavsøkutiltakinum hjá Miðlahúsinum

Miðlahúsið ger nógv burtur úr stóra ólavsøkutiltakinum, sum verður hildið í Vágsbotni ólavsøkudag. Tiltakið er vorðið fastur táttur á ólavsøku, og sera nógv fólk plaga at møta til løtuna við livandi tónleiki og undirhaldi.

 

Hesaferð verða tað tveir stuttligir menn av Skálafjørðinum, ið fara at standa fyri undirhaldinum. Hilmar Jan Hansen og Bill Justinussen fara í felag at skemta og undirhalda, og teir kunnu finna upp á mangt og hvat. Báðir eru framúr hermarar, og teir duga at venda aktuellum hendingum, so tær kunnu gerast bæði skemtiligar og komiskar.

Hilmar Jan Hansen hevur undirhildið og skemtað í fleiri áratíggju. Seinnu árini hevur Bill Justinussen alt oftari verið at hoyrt í veitslum og til tiltøk, og nú fara teir báðir at undirhalda saman á stóra tiltakinum í Vágsbotni.

Tónleikaframførslur verða við Inga Poulsen og Niclas Hera Jákupsson.

Ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum verður í Vágsbotni ólavsøkudag kl. 22:00.