Hesir skulu umboða Føroyar í Norðurlandaráðnum

Løgtingið hevur valt tveir løgtingslimir

Samgongan gjørdi onga broyting, tí Jaspur Langgaard, tingmaður úr Sambandsflokkinum, er afturvaldur sum fastur limur í Norðurlandaráðnum, og Johan Dahl, sum eisini er tingmaður fyri Sambandsflokkin, er somuleiðis afturvaldur sum eykamaður hjá honum.

 

Men andstøðan hevur býtt leiklutirnar um, tí har hevur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, verið fastur limur í Norðurlandaráðnum og Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur verið varalimur. Men nú hevur andstøðan valt Aksel V. Johannesen til fastan lim, og Høgni Hoydal er varamaður hjá honum. Myndin er frá Norðurlandaráðnum.