Hesir skulu umboða Føroyar

Kurvabóltur: 12 leikarar eru úttiknir til føroyska landsliðið, sum fer á oyggjaleikir.

Landsliðsvenjararnir hjá føroyska kurvabóltslandsliðnum, Pól Jakobsen og John Norðbúð Thomsen, hava úttikið teir 12 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum í Gotlandi í næsta mánaða.


Eftir ein elddóp á fyrstu oyggjaleikunum á Jersey fyri tveimum árum síðani, har føroysku menninir runnu inn í fleiri stórtap, er málið nú at vera betur við og at yvirraska. Samrøða við annan landsliðsvenjaran er at lesa í Sosialinum í dag.


Hópurin, sum fer til Gotlands, sær soleiðis út:


Leikarar

Magnus Jakobsen

Janus Jakobsen

Bjarni Werner Zachariasen

Fríði í Geil Jensen

Bergur Gregersen

Sjúrður Sivertsen

David Arge Galàn

Ragnar Jacobsen

Steen Rói Lorenzen

Hallur Joensen

Bastian Heinason Zachariassen

Rainer Latupeirissa


Venjarar

Pól Jakobsen

John Norðbúð Thomsen


Hjálpar-/mediafólk

Kenneth á Argjaboða