Hesir skulu nýskipa fiskivinnuna

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer í morgin at kunngera hvørji fólk skulu manna arbeiðsbólkin, ið skal forma nýggja fiskivinnupolitikkin.


Miðlahúsið hevur tó longu fingið at vita frá álítandi keldum, at tað verður Johnny í Grótinum, ið verður formaður í arbeiðsbólkinum, meðan Hans Ellefsen verður næstformaður.


Johnny í Grótinum er 40 ára gamal, og fekk prógv sum cand. polit. frá Keypmannahavnar Universiteti í 2003.


Síðani 1. august 2015 hevur hann verið stjóri í Landssjúkrahúsinum. Áðrenn tað var hann mest kendur fyri sína starvsroyndir innan bankaverðina, umframt at hann frá 2005 til 2006 var formaður í Búskaparráðnum.


Hans Ellefsen er 43 ára gamal, og vardi í 2013 heitið sum ph.d í búskaparfrøði á Syddansk Universitet. Ritgerðin bar heitið ”Essays on Strategic Management of Shared Fish Stocks Applied to the Pelagic Complex in the North East Atlantic.”


Í løtuni starvast Hans Ellefsen sum granskari á Fróðskaparsetrinum, skrivari í Búskaparráðnum, umframt at hann er knýttur at Fiskimálaráðnum sum ráðgevi.


Hvørki Johnny í Grótinum ella Hans Ellefsen ynskja at gera viðmerkingar til málið.