Hesir skulu leikstjórna »Trom«

Tveir útlendskir leikstjórar skulu hava ábyrgdina av sjónvarpsrøðini »Trom«

Í mars mánaði byrja upptøkurnar til stóru føroysku sjónvarpsrøðina »Trom«. Røðin byggir á krimisøgur hjá Jógvani Isaksen og verður í seks pørtum. Røðin skal sýnast á Viaplay um eitt ár.

Tað verða ein danskur og ein íslendskur leikstjóri, ið fara at hava ábyrgdina av innihaldinum í sjónvarpsrøðini. Framleiðslan verður í tveimum blokkum à tríggjar partar, og leikstjórarnir koma at stýra hvør sínum blokki.

Annar leikstjórin verður danskarin Kasper Barfoed. Hann er 48 ára gamal og ættaður úr Keypmannahavn. Hann hevur leikstjórnað fleiri kendar sjónvarpsrøðir og filmar – eitt nú »Gidseltagningen«, »Dicte«, »Sommeren ‘92«, «The Number Station«, »Den som dræber« og »Kandidaten«.

Hin leikstjórin er íslendingurin Davíd Óskar Ólafsson. Hann er 38 ára gamal og er uppvaksin í Reykjavík og Keypmannahavn. Hann hevur arbeitt sum framleiðari á fleiri sjónvarpsrøðum og filmum, og hann hevur leikstjórnað eitt nú røðina »The Valhalla Murders«.

Teir koma at hava ávikavist donsk og íslendsk hjálparfólk afturat sær umframt tey føroysku.