Hesir skulu døma GBOB kappingina

Eins og undanfarin ár verða tað bæði útlendskir og føroyskir dómarar, sum fara at velja GBOB vinnaran
Undanfarin ár hava útlendsk umboð fyri festivalar og fyriskiparar verið dómarar í GBOB. Hetta fyri at fáa gestsins gløggu eygu við og harafturat at skapa netverk millum føroyska tónleikapallin og pallarnar kring okkum. Hetta hevur givið góð úrslit fyrr so tað hevur eydnast at at fáa føroyskar bólkar inn á t.d. sýnisgluggatiltøk seinastu árini.

 

Í ár vera tveir av dómarunum úr útlandinum, úr Reykjavík í Íslandi kemur Egill Tómasson frá felagnum Mr. Destiny, sum skipar fyri kenda og háttvirda Iceland Airwaves festivalinum.

 

Úr London í UK kemur Jake McGowan, sum umframt at ferðast sum DJ og skipa fyri tiltøkum í London, eisini arbeiðir sum blaðmaður fyri tónleikabløðini VIP News og Dazed & Confused.

 

Teir tríggir føroysku dómararnir eru:

Eyðfinn Jensen, framleiðari, tónaskald, útvarps-DJ og ummælari.

 

Jens L. Thomsen, framleiðari, tónleikari og tónaskald.

 

Bogi á Lakjuni, framleiðari, tónaskald og rockguitaristur av Guds náði.

 

Men tú kanst eisini ávirka úrslitið. Fríggjakvøldið kunnu áhoyrarar lata inn atkvøðuseðlar og vera við til at avgera hvør skal víðari í finaluni kvøldið eftir. Atkvøðuseðlarnir telja so 50% og dómaraatkvøðurnar 50%. Men hetta er bert í undanumfarinum. Í finaluni leygardagin eru tað dómararnir, sum einsamallir gera av, hvør bólkar skal fáa heiðurin at umboða Føroyar í Heimsfinaluni og strúka avstað við vinningunum, sum Kringvarpið, MOMO og Simme lata.

 

www.icelandairwaves.is

www.vip-booking.com/vip-news/

www.dazeddigital.com